top of page

Um felagið

Fosturforeldrafelagið er áhugafelag fyri fosturforeldur, og verður borið av sjálvboðnum

arbeiði. Øll í nevndini eru fosturforeldur við drúgvum royndum. Vit hava tí vitan og gott innlit í, hvar best er at seta inn í mun til fosturforeldur og børn, sum eru sett heiman.

Endamálið hjá Fosturforeldrafelagnum er:

- At betra umstøðurnar hjá teimum, ið taka børn og ung til fosturs ella umlætting;

- At betra umstøðurnar fyri børn og ung, sum eru til fosturs ella umlætting.

- Saman við myndugleikanum at arbeiða fyri at útbúgva, upplýsa, menna, ráðgeva og

stuðla teimum, sum taka børn ella ung til fosturs ella umlætting.

- At gera avtalu við myndugleikan um setanar- og lønarkor hjá fostur- og

umlættingarforeldrum.

Uppgávan hjá Fosturforeldrafelagnum er ógvuliga fjølbroytt og fevnir um alt frá at samskifta og ávirka politisku myndugleikarnar til at skipa fyri upplýsandi tiltøkum, ráðgeva og at seta á skrá umstøður hjá bæði fosturforeldrum og børnum, sum eru sett heiman.

​​​

Fosturforeldrafelagið vil fegin verða ein virkin viðleikari á økinum, og gera okkara til, at fosturforeldur og tey børn, sum eru til fosturs, hava góðar umstøður og trivnað.

​​

Nevndin

Nýggir nevndarlimir og eykalimir vald á aðalfundi 22. mars 2025

Annlis Bjarkhamar

Herdis Justesen

Birna T. Gunnarsson

Randfríð Skorheim Sørensen

Marjun Sørensen

 

Eykalimir:
Steinvør Albinus

Annbjørg Abrahamsen

Eyðgerð Nattestad Hansen

Katrin Patursson

Mynd av nevnd_edited.png
tlf ráðgeving.png

Ráðgeving

Fosturforeldur kunnu altíð seta seg í samband við fosturforeldra-felagið um tey hava tørv á ráðgeving ella bara onkran at tosa við. Onki er ov stórt ella ov smátt, og vit vilja gera okkara besta fyri at hjálpa.

Til ber at senda teldupost til fosturforeldrafelagid@gmail.com.

Hvønn hósdag millum 18.00 – 20.00 ber til at ringja til okkara á tlf 210345

 

Ráðgevingin gevur fosturforeldrum møguleika at tosa ella skriva saman við onkrum, sum kennir til tað at vera fosturforeldur, og tí skilir tær avbjóðingar, sum kunnu verða.

Stuðla okkara arbeiði

Fleiri vit eru, meir kunnu vit gera!

Hevur tú børn til fosturs ella umlætting kanst tú tekna teg sum lim við at trýsta her. Sum limur kanst tú brúka ráðgeving okkara og koma til tiltøk, vit hava.
 

Tað ber eisini til hjá tykkum, sum ikki hava børn til fosturs ella umlætting, at stuðla arbeiði okkara við at trýsta her
 

Vit eru sera takksom fyri allan stuðul, ið ger stóran mun í arbeiðinum at tryggja  fosturforeldrum og børnum, sum koma til fosturs, best hugsandi umstøður.

hjarta.jpeg

Sendi eini boð til Fosturforeldrafelagið

Ovara Tvørgøta 1
FO-100 Tórshavn

  • Facebook
  • Instagram

Takk fyri boðini

Børn Swinging

“Tað er ein stór uppgáva og ábyrgd at uppala síni børn, tað er ein uppaftur størri uppgáva og ábyrgd at uppala børn hjá øðrum foreldrum. Tað eru vit sum fosturforeldur ógvuliga tilvitaði um og leggja hvønn einasta dag nógv fyri, so hesi børn kunnu hava eitt gott og trygt barna- og ungdómslív.”

— Annlis Bjarkhamar, forkvinna

bottom of page