At vera fosturforeldur
Tað er trupult at lýsa tað at vera fosturforeldur, tí tað umfatar allar tættir í lívinum og fevnir um allar tímar á samdøgrinum.
Men uppgávan er púra greið, hon er at vísa umsorgan, skapa tryggleika og hjálpa børnum, sum eru sett heiman at fóta sær, so tey trívast, mennast og hava ein gerandisdag og eitt familjulív, sum líkist tí, onnur børn hava.
Eitt fosturheim er, sambært barnaverndarlógini, at skilja sum eitt heim, har fosturforeldur hava umsorgan fyri einum barni í styttri ella longri tíðarskeið, tá ið tað verður sett heiman. Talan kann m.a. vera til umlætting, bráðfeingis fosturheim og fosturheim, har børn verða sett fyribils ella varandi til fosturs.
Fosturforeldur skulu góðkennast av fosturforeldraskipanini og skulu lúka ávísar treytir. Nøkur fosturforeldur fara úr sínum borgarliga starvi fyri at verða fosturforeldur buturav, meðan onnur varðveita sítt borgarliga starv heilt ella lutvíst.
Til ber at lesa meira um tað at vera fosturforeldur her
70% til fosturs
Nýggjastu tølini fyri hvussu nógv børn eru sett heiman eru frá 2023. Tá vóru tað í Føroyum 109 børn, sum vóru sett heiman, tað vil siga, at tey av ymiskum orsøkum ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum.
70% av børnunum, sum eru sett heiman, eru til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 30% eru á barnaverndarstovni. Harumframt eru 43 børn, sum eru til umlætting hjá fosturforeldrum fastar dagar hvønn mánaða.
Fosturforeldur eru tí ein sera týðandi partur í arbeiðinum hjá barnavendartænastunum, tá ið tað kemur til umsorganarsvikin børn.

Fosturforeldur gera stóran mun
Tey, sum hava tikið á seg uppgávuna at vera fosturforeldur, eru við til at gera ein stóran mun, ikki bara fyri tað einstaka barnið, men fyri samfelagið sum heild.
Fosturforeldur eru við til at geva barninum stabilitet, nærveru og kærleika, og er hetta nakað, sum er fortreyt fyri, at eitt barn mennist og trívist.
Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at vit í enn størri mun royna at seta sjóneykuna á, hvussu vit kunnu vera við til at stuðla teimum, sum eru fosturforeldur í dag, og tey, sum kanska umhugsa at taka á seg hesa stóru uppgávu í framtíðini.
Hetta kunnu vit gera við at uppraðfesta økið og virka fyri at styrkja um skipanina sum heild, men eisini um tey einkultu fosturforeldrini.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
