Fosturfamiljudagurin
- Sonja Jógvansdóttir
- 20. mar.
- 1 min læsning
Opdateret: 24. mar.

Leygardagin 3. maj verður fosturfamiljudagurin í Bylgjuni í Runavík
Tiltakið er ókeypis, og vit vóna at síggja so mong av tykkum sum gjørligt til ein stuttligan og hugnaligan dag.
Í Bylgjuni eru framúr góðir møguleikar at stuttleika sær bæði hjá børnum og vaksnum. Har er møguleiki at spæla fótbólt, badminton, innandura trampolin, skúm at hoppa í og mangt annað. Eisini er møguleiki at fara túr runt vatnið ella bara taka sær av løttum saman við øllum hinum familjunum
Fosturforeldrafelagið bjóðar góðan mat og eisini verðu bingo, har borgarstjórin í Runavíkar Kommunu rópar upp tølini, og har høvuðsvinningarnir er gávukort á 2.000 kr frá Atlantic Airways og 1.500 kr frá Smyril Line.
Skráin fyri dagin er henda:
Kl. 12.00: Ábit
Kl. 14.30: Bingo, har øll eru vinnarar
Kl. 16.30: Pizza
Tit kunnu melda til við at senda teldupost á fosturforeldrafelagid@gmail.com
Seinasta freist at melda til er mikudagin 30. apríl
Viðmerkið: Hvussu nógv vaksin luttaka, og hvussu nógv børn eru við og aldurin á teimum
Vit gleða okkum


