top of page

Fyrilestur, framløga og aðalfundur

Opdateret: 24. mar.


ree



Vit bjóða við hesum øllum fosturforeldrum til aðalfund 22. mars kl. 12.00 – 16.00 í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu 10. Vit hava eina áhugaverda skrá og vóna, at nógv fosturforeldur møta.


Turið Horn, familjuráðgevi og psykoterapeutur, fer at hava ein fyrilestur, har sjóneykan verður sett á, hvussu vit kunnu skapa trivna og vísa umsorgan til børn og ung, sum koma til fosturs.


Nevndin í Fosturforeldrafelagnum hevur miðvíst arbeitt við at skipað viðurskiftini hjá fosturforeldrum betri og vit hava verið á fleiri fundum við bæði landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Kommunufelagið og Barnaverndarstovuna. Annlis Bjarkhamar, forkvinna kemur at greiða frá arbeiðinum, hvørjar avbjóðingar eru, og hvørji útlit eru fyri at fremja neyðugar broytingar.


Skráin fyri dagin:

Kl. 12.00 – 12.45: Vit bjóða góðan miðmála

Kl. 12.45 – 13.45: Turið Horn: Stilla Sanna og kaktus Kári - hvussu kunnu vit skilja tekin frá børnunum og læra at brúka tey til betri trivna?

Kl. 13.45 – 14.30: Annlis Bjarkhamar: Hví gongur tað so seint? – ein greining av avbjóðingum í fosturforeldraskipanini og eitt boð uppá, hví tað er so trupult at fremja broytingar og betringar.

Kl. 14.30 – 15.00: Kaffi/te og køka

Kl. 15.00 – 16-00: Aðalfundur við hesi skrá:

  1. Frásøgn frá virki felagsins síðani seinasta ársaðalfund

  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

  3. Uppskot frá nevnd ella limum

  4. Val av ávikavist 2 og 3 nevndarlimum og 1 tiltakslimi. 2 nevndarlimir standa fyri vali líka ár og 3 nevndarlimir standa fyri vali ólíka ár

  5. Val av grannskoðara

  6. Ásetan av limagjaldi

  7. Ymiskt


Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi eina viku áðrenn fundin og kunnu sendast á teldupost: fosturforeldrafelagid@gmail.com.


Hevur tú hug at gerast partur av týdningarmikla arbeiðinum í nevndini, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á fosturforeldrafelagid@gmail.com.


Tit kunnu boða frá luttøku við senda sms á tlf 289009 ella við at senda teldupost fosturforeldrafelagid@gmail.com. Seinasta freist at tekna seg til dagin er hósdagin 20. mars. Vit gleða okkum at síggja tykkum!


ree


 
 
Børn Swinging

“Tað er ein stór uppgáva og ábyrgd at uppala síni børn, tað er ein uppaftur størri uppgáva og ábyrgd at uppala børn hjá øðrum foreldrum. Tað eru vit sum fosturforeldur ógvuliga tilvitaði um og leggja hvønn einasta dag nógv fyri, so hesi børn kunnu hava eitt gott og trygt barna- og ungdómslív.”

— Annlis Bjarkhamar, forkvinna

bottom of page