Nýggj nevnd, nýggj heimasíða og nýtt búmerki
- Sonja Jógvansdóttir
- 24. mar.
- 2 min læsning
Opdateret: 27. mar.

Leygardagin 22. mars hevði fosturforeldrafelagið aðalfund, og nógv fosturforeldur vóru á aðalfundi.
Tað er veruliga at gleðast um, at tað legst afturat við fosturforeldrum, sum fegin vilja verða virkin í nevndararbeiði í felagnum.
Á aðalfundinum vóru hesi vald í nevndina:
Annlis Bjarkhamar,
Herdis Justesen
Birna T. Gunnarsson
Randfríð Skorheim Sørensen
Marjun Sørensen
Sum eykaumboð vóru hesi vald:
Steinvør Albinus
Annbjørg Abrahamsen
Eyðgerð Nattestad Hansen
Katrin Patursson
Nývalda nevndin fer við góðum treysti til verka, tí tørvur er veruliga á at fáa sett bæði umstøður hjá fosturforeldrum og børnum sum koma til fostur á skrá.
70% til fosturs
Nýggjastu tølini fyri, hvussu nógv børn eru sett heiman, eru frá 2023. Tá vóru tað í Føroyum 109 børn, sum vóru sett heiman, tað vil siga, at tey av ymiskum orsøkum ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum.
70% av børnunum, sum eru sett heiman, eru til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 30% eru á barnaverndarstovni. Harumframt eru 43 børn, sum eru til umlætting hjá fosturforeldrum fastar dagar hvønn mánaða.
Fosturforeldur eru tí ein sera týðandi partur í arbeiðinum hjá barnavendartænastunum, tá ið tað kemur til umsorganarsvikin børn.
Nýggja heimasíðu og nýtt búmerkið
Fosturforeldrafelagið hevur fingið nýggja heimasíðu www.fosturforeldur.fo og nýtt búmerkið, sum Virka hegnisliga hevur sniðgivið. Hetta er alt liður í arbeiðinum at gerast meira sjónlig og at varpa meira ljós á tað at vera fosturforeldur.

Búmerkið ber boð um, at fosturforeldur opna teirra heima og hjarta fyri børnum, sum hava tørv á umsorgan og tryggleika.
Áheitan á landsstýrsmannin í barna- og útbúgvarmálum
Aðalfundurin var á einum máli um at tørvur er á at eftirmeta fosturforeldraskipanina og tí er tað okkara vón, at politiski myndugleikin sum varðar av barnaverndarøkinum setur gongd á arbeiði at eftirhyggja allar tættir í fosturforeldraskipanini.
Tað eru skjótt 20 ár síðan, at verandi fosturforeldraskipan varð sett í verk, og tað eru hendar lítlar og ongar broytingar í lóggávuni øll hesi árini. Áheitanin frá aðalfundinum verður við hesum send víðari til landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum Djóna Nolsøe Joensen um at fáa sett gongd á hetta arbeiði ongantíð ov skjótt.
Fosturforeldrafelagið vil fegin verða ein virkin viðleikari í hesum arbeiði.


